Vinna

Tað kemur eingin Suðuroyartunnil uttan statslán

.

2024-08-14 13:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Suðuroyartunnilin kostar umleið 4 milliardir krónur at gera. Tað siga nýggjastu almennu tølini. Tá er síðutunnil til Skúvoyar og tunnil millum Sandvík og Hvalba íroknaðir. Landsverk hevur sagt, at íroknað váðaískoyti er prísurin omanfyri 5 milliardir. 

Hetta merkir, at hvørt prosent, sum rindast skal í rentu, fer at kosta landskassanum millum 40 og 50 mió. krónur um árið. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað er altavgerandi at fáa so bíligt lán sum til ber. 

Sambandsflokkurin hevur tí mælt til, at vit taka eitt statslán frá Danmark, tí tað gevur ta bíligastu rentuna. Danmark er millum tey fáu londini í heiminum, sum hava hægstu ratingina, og tað gevur atgongd til ta lægstu rentuna á altjóða fíggingarmarknaðinum.

Men nú kemur tann misskilta nationalisman inn í myndina:

Í samrøðu við Dimmalætting í gjár sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður og formaður fyri Tjóðveldi, at Suðuroyartunnilin skal “grundast á okkara egna búskap.” - Og so kemur hetta vanliga møsnið um, at vit hava ongantíð verið betur fyri enn síðani vit skerdu blokkin. 

Veruleikin er, at síðani blokkstuðulin minkaði í 2002 hevur landskassin (hóast sera góðar tíðir) í meðal havt 73 mió. krónur í undirskoti um árið. (tilsamans 1,6 milliardir í undirskoti). Hetta er hent, meðan uppisjóvarvinnan, alivinnan og aðrar vinnur hava bygt seg upp, og føroyski búskapurin hevur verið í fagrasta blóma. Bara í fjør hevði landskassin hundraðtals milliónir í undirskoti (aftaná at danski ríkiskassin hevði rinda eina milliard í blokkstuðli og fyri aðrar almennum útreiðslur í Føroyum).  

- Og nú vil Høgni Hoydal hava, at hesin sami slunkni landskassin skal taka millum 4 og 5 mia. krónur í láni fyri hægri rentu enn neyðugt!  

Eg sigi bara: Leingi livið tann misskilta nationalisman! – Uttan statslán verður ikki lætt at fíggja nakran Suðuroyartunnil. 


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaðu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder