
Havstovan: Nógvur svartkjaftur var at síggja út frá skotsku hellingini. Her var talan serliga um 2020- og 2021-árgangirnar. Meginparturin av hesum fiskinum hevði gýtt.

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 27/3-8/4 2025.
Longur norðuri í føroyskum øki var bæði tann størri svartkjafturin og nakað av ársgomlum óbúnum svartkjafti at síggja. Miðallongdin var gott 25 cm og miðalvektin um knapt 100 g.
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi og Hollandi.
Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd síðst í apríl.
Les alla frágreiðingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald