Vinna

Súni heldur fram sum formaður

Eingin annar stillaði upp.

2024-01-16 11:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tá freistin var farin á midnátt 15. januar, var bert ein fráboðan komin um uppstilling til forfólkavalið hjá Starvsfelagnum. Hendan er frá verandi formanni, Súna Selfoss, ið bjóðar seg fram til enn eina 4 ára setu. 

Súni hevur verið formaður síðan 2016. Hetta er tískil triðja og seinasta setan, ið hann sambært viðtøkum felagsins kann sita. 

Forfólkið skal endaliga staðfestast við vanligum meiriluta á aðalfundinum, sum verður 9. mars 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder