2026-07-10 08:30
Talan er um kriteriumkapping/býarkapping, og súkkla verður á økinum millum gomlu smiðju hjá J&K Joensen og Trolhúsið. Teinurin er 1,24 km langur, og skulu súkklarnir súkkla á honum í 30 til 45 minuttir + 3 rundir.
Talan er um kapping við nógvari ferð, og tí verður øki stongt fyri vanligari ferðslu. So súkklarnir kunnu kappast undir tryggum umstøðum.
Áskoðarar eru vælkomnir at verða á økinum, og verður kaffi og kaka at fáa.
Tað er Vága súkklufelag saman við SST sum skipað fyri kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald