Ítróttur

Stuttlig og kensluborin løta

Fríggjakvøldið, tá Kroatia vitjaði á Tórsvølli, fekk Geza Dávid Turi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar. Í samrøðu við FSF Varpið setur Geza orð á løtuna, ið var ikki sørt kensluborin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-08 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í rættuliga drúgva tíð hevur ungarin í Gøtu bíða eftir føroyska passinum. Tíðliga í ár kom passið umsíður, og fríggjakvøldið, tá Kroatia vitjaði á Tórsvølli, fekk Geza Dávid Turi sínar fyrstu minuttir á føroyska landsliðnum.

Geza og hinir í hópinum fyrireika seg nú til landsdystin móti Gibraltar, og áðrenn venjingina sunnukvøldið fekk FSF Varpið orðið á miðvallaran.

– Tað var stuttligt at sleppa á vøllin – eg var glaður og stoltur – og aftaná dystin fekk eg snapp frá mammu, sum græt, sigur Geza David Turi millum annað í samrøðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder