
2 størv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk eru leys at seta frá 1. august 2022 at rokna:
Størvini eru tíðaravmarkaði við setanarbroti 0,60 og 0,50.
Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í innskúlingini og miðdeildini.
Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, samstarvshugaðir og nærlagdir. Teir skulu taka ábyrgd og síggja møguleikar.
Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul í skúla.
Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til eftir døgurða.
Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Eftir 1. juni verður barnaváttan kravd.
Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 31. mai kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.
Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági og 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi. Umleið 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald