HSF: Seinast liðini møttust, fyri 39 døgum síðani, var munurin 6 mál, í gjár var hann 5. Føroyar spældu eisini ein betri dyst í dag, og kundi tað blivið heilt tætt, um okkara høvdu verið neyvari í skotunum og kaldari í avgerandi løtum. Eftir stendur tó eitt rimmar avrik móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, har serliga verjan og málverjanir stóðu væl og bardust okkara fyri hvørjum bólti.
Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men vóru løtur har okkara ikki skoraðu uppá kjansirnar og Montenegro vann eina lítla leiðslu, sum tær hildu ígjøgnum dystin. Montenegro spældu við vøddunum og dekkaðu hart og komu eisini fitt av útvísingum. Annika Fríðheim Petersen kom í føroyska málið og fekk hon veruliga fatur. Hon stóð við 50% í fyrra hálvleiki, og var við til at halda Føroyum inni í dystinum. Montenegro var frammanfyri 15-13 í hálvleikinum.
Føroyska liðið fekk eina trupla byrjan uppá seinna hálvleik og øktist munurin til 21-15 fyrstu 10 minuttirnar. Armelle Attingre í montenegrinska málinum var sera avgerandi, har okkara brendu ov illa. Føroyska 7 móti 6 spælið var støðugt og ráddi um at umseta møguleikarnar til mál. Okkara komu so líðandi inn í dystin aftur og var tað um reppi at tað gjørdist heilt tætt seinastu 10 minuttirnar, tá munurin minkaði niður í trý mál. Montenegro sýndi tó størri rutinu seinastu løtuna og bleiv úrslitið at enda 32-27.
Eftir dystin var Jana Mittún kosin besti leikari í dystinum. Jana hevði sera nógv upplegg og gjørdi sjálv 4 mál. Næsti dystur hjá Føroyum verður mikudagin kl. 19.30, føroyska tíð, móti Spania, sum vann 26-17 móti Paraguei í gjár.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Pernille Brandenborg 8 (5)
Jana Mittún 4
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Rannvá Olsen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Elsa Egholm 2
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1
Málverjar:
Rakul Wardum 32 min., 6 bjargingar, 23%
Annika Fríðheim Petersen 28 min., 8 bjargingar, 42%
Dystargongdin Montenegro – Føroyar:
5 min. 3-2
10 min. 6-6
15 min. 11-8
20 min. 12-9
25 min. 13-11
30 min. 15-13
35 min. 17-14
40 min. 21-15
45 min. 23-19
50 min. 26-21
55 min. 29-25
60 min. 32-27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald