Tað verða 94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum fara at trýsta á knøttin einaferð um 13 tíðina í dag.
Tá verður opið millum Traðardal á Sandoynni og Gomlurætt á Streymoynni.
Alment hátíðarhald verður í Ítróttarhøllini á Sandi, og fleiri røður eru á skránni.
Røðarar á degnum verða
Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum
Bergur Poulsen, nevndarformaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu
Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu
Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá tiltakinum tá seinasta skotið verður latið av. Fylg við frá klokkan 13 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald