
Hevði tú kunnað hugsað tær at staðið á odda fyri framhaldandi menningini av nýggja, altjóða hotellinum Hilton Garden Inn Faroe Islands? Ert tú ein góður leiðari, hevur tú áræði, dirvi og gongur høgt upp í góðsku og eitt framúr gott tænastustig? So er tað tær, vit leita eftir.
Tað verður tín uppgáva
- At tryggja burðardyggan rakstur á hotellinum
- At fylgja Hilton-konseptinum og samstarva tætt við Hilton-samtakið
- At mynda hotellið úteftir
- At menna og kveikja starvsfólkini til at røkka ásettum málum
Um teg
Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir og møguliga royndir úr vinnuni. Tú ert árgrýtin, hevur dirvi og gongur høgt upp í góðsku og eitt framúr gott tænastustig. Sum persónur ert tú útvend/ur, fyrikomandi, samstarvssinnað/ur og sært týdningin av at vera ein góður vertur. Tú gongur odda á starvsfólkaøkinum, ert forvirkin og trívist við at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.
Vit kunnu bjóða
Eitt fjølbroytt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við starvsfólk á hotellinum og stóra og altjóða Hilton samtakið. Stjórin vísir til nevndina. Ein lyklaleiklut í at mynda eitt nýtt og framsøkið arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum. Eitt starv við spennandi, fakligum avbjóðingum.
Setan
Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður á hotellinum.
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi: 30. apríl 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Niels Mortensen, nevndarformann, á telduposti [email protected] ella við Martin Restorff á tlf. 294000 ella á [email protected]
Um okkum:
Hilton Garden Inn Faroe Islands er fyrsta altjóða hotellið í Føroyum. Hotellið er eitt fýrastjørnað hotell, har dentur verður lagdur á góðar kundaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 85 mió. fólk í sínum kundanetverki. Hotellið hevur 130 kømur, matstovu og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald