Vinna

Steðgur er í samráðingunum millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala  Arbeiðsgevarafelagið 

Pedagogfelagið skal hava aðalfund 2. mars.

2024-02-08 19:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Steðgur er í samráðingunum millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala  Arbeiðsgevarafelagið 

Á samráðingarfundi í gjár, mikudagin 7. februar, varð avgerð tikin um at hava ein steðg í  samráðingunum, meðan Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum saman við nevndini fyrireikar seg til aðalfund.  

Pedagogfelagið hevur aðalfund leygardagin 2. mars. 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vilja avgjørt, at partarnir skjótast til ber fáa í  lag semju, soleiðis at arbeiðsgevarar fáa avgreitt lønirnar (lønarhækkan og lønarlyft) hjá  starvsfólkunum, sum virka á økinum. Tó virða vit ynskið hjá Pedagogfelagnum um at steðga við  samráðingunum til eftir aðalfund felagsins. 

Partarnir hava ikki ásett nýggjan samráðingarfund.  

Sáttmálasamráðingarnar verða tiknar upp aftur, so skjótt sum nevndin í Pedagogfelagnum hevur  skipað seg av nýggjum. 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder