
Landsbankin: Gongdin í fólkatalinum og av fólki á arbeiðsmarknaðinum hevur verið vaksandi seinastu 10 árini og tað sæst aftur í framgongdini í búskapinum.
Áleið 30.000 starvsfólk vóru skrásett í november 2024, sum er ein vøkstur á 0,7% samanborið við 2023. Gott og væl 18.000 starvsfólk arbeiða í vinnuni og upp í móti 12.000 fólk arbeiða hjá tí almenna.
Verður arbeiðsmarknaðurin býttur í 2 høvuðsbólkar, hava 61% av starvsfólkunum sítt høvuðsstarv í vinnuni og 39% hjá tí almenna. Lutfallið hevur ligið støðugt síðstu 10 árini.
Starvsfólkini í Føroyum, eins og í mongum øðrum framkomnum londum, hava við tíðini flutt seg úr tilfeingis- og framleiðsluvinnum yvir í tænastuvinnur, sí myndina niðanfyri.
Tænastuvinnan innber alt frá flutningsfyritøkum, ferðavinnuni, matstovuvirksemi og eisini almennu vælferðartænasturnar; eitt nú heilsuverk, eldrarøkt og barnaansing.
Mynd 1 Starvsfólk býtt á vinnugreinabólkar, 1985-2024
Viðm.: Starvsfólkatalið er víst fyri desember mánað í hvørjum ári. Kelda: Hagstova Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald