Vinna

Starvsfólkadagar í Alvalon

Tilsamans høvdu tær tríggjar starvast í Alvalon í 85 ár. Nancy og Hervør í 30 ár, og Rúna í 25 ár.

2024-02-14 22:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sørvágur:


Alvalon lat upp eftir summarfrítíðina í 2006, og tær tríggjar hava sostatt verið við frá byrjan, og verið við til at mynda Alvalon sum stovn.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, var framvið á Alvalon og bar teimum takkarkvøðu og blómutyssi. Hon segði m.a. at tað hevur alstóran týdning, at barnaøkið hevur starvsfólk við drúgvum royndum. Langa starvstíðin hjá teimum trimum prógvar eisini, at tær hava trivist í starvinum, og mongu royndirnar tær hava savnað øll hesi árini, hava eitt sera stórt virði fyri kommununa sum arbeiðsgevara. Felags fyri tær allar er, at tær eru nærlagdar, arbeiðssamar, fittar og hjálpsamar, segði borgarstjórin.

Sørvágs kommuna ynskir tykkum trimum hjartaliga tillukku við starvsdegnum!

Vit vóna at tit hava fleiri ár eftir á stovninum, tí vit hava brúk fyri tykkum og tykkara nærlagni.

Takk fyri tykkara trúfesti, øll hesi 25 og 30 árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder