Lýsing

Starvsfólk til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági og Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági

-

2022-05-24 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á sambýlinum á Húsadalsvegi í Sørvági og áTraðarvegi í Sandavági búgva ávíkavist 5 og 4 fólk. Sambýlini eru fyri vaksin fólk sum hava sálarligar avbjóðingar.

Um størvini

  • Eitt starv í sambýlinum á Traðarvegi fulla tíð at byrja tann 01.09.2022 ella eftir nærri avtalu
  • Eitt tíðaravmarkað starv fulla tíð í sambýlinum á Traðarvegi at byrja tann 01.10.2022 til 01.10.2023
  • Eitt tíðaravmarkað starv í sambýlinum á Húsadalsvegi fulla tíð at byrja tann 01.09.2022 01.11.2023

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar á Sambýlunum eru fjølbroyttar. Arbeiðið er skipað eftir einum heilsufakligum og miljøterapeutiskum leisti, har búfólkini vera stuðla í at fáa ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag, soleiðis at tey menna og viðlíkahalda sínar førleikar.

Førleikakrøv

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergo- og fysioterapeutur ella námsfrøðingur. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri.

Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja, kann hjálparfólk verða fyribilssett.

Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Væntanir

Væntað verður, at fylgt verður eftir mannagongdum, og viðgerðarætlanum, sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum á Sambýlunum, umframt at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðnum.

Somuleiðis verður væntað at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.

Eisini verður væntað, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt og  ert sálarliga og likamliga væl fyri.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 03.06.2022 kl.23.00.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara á telefon 297449 ella Elin Doris á Mýrini, leiðara á telefon 297446.

Trivnaðardepilin – Eind 4

Eind 4, sum er í Trivnaðardeplinum, veitir tænastu til til ung og vaksin fólk við sálarsjúku og autismu. Virksemið í Eind 4 er skipað við bú- og viðgerðartilboðum, sambært  § 45 og § 46 í Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder