Leingi hevur verið greitt, at Mjølnir og SÍ fóru fóru at møtast í FM-finaluni, men enn er ikki avgjørt, hvør fær heimavallarfyrimunin í fyrru finaluni. Reglurnar siga, at tvær finalur skulu spælast, og at nr. 1 í landskappingini hevur heimavøll í fyrru finaluni, og at seinna finalan verður spæld á uttanveltaðum vølli, sum Flogbóltssambandið ásetur.
Hvør fær heimavøllin í fyrru finaluni, verður avgjørt á síðsta leikdegnum leygardagin 20. apríl, tá Mjølnir og SÍ møtast í Klakvík. Mjølnir er fremri á stigatalvuni, sum nú er, men vinnur SÍ 3-0, so gerast tey jøvn í stigum, og so siga reglurnar, at settmunurin er avgerandi. Men vinnur SÍ 3-0, so verða bæði liðini eisini jøvn í settmuni: +27. Tá siga reglurnar, at: “Stendur eisini her á jøvnum, eru innanhýsis dystir bæði í innleiðandi umfarinum og í deildini avgerandi – íroknað bóltmun. Stendur enn á jøvnum, verður umdystur leiktur.”
Úrslitini í dystunum teirra millum hava verið:
12/11-23: SÍ – Mjølnir 2-3
10/12-23: Mjølnir – SÍ 3-1
08/04-24: SÍ – Mjølnir 3-1
20/04-24: Mjølnir – SÍ ?-?
Skuldi SÍ vunnið síðsta dystin 3-0, so merkir tað, at SÍ hevur 7 stig og Mjølnir 5 í innanhýsiskappingini teirra millum, og tí hevði SÍ fingið heimavøllin í fyrru FM-finaluni.
Men hetta er bara galdandi um SÍ vinnur 3-0. Øll onnur úrslit merkja, at Mjølnir fær heimavøll í fyrru FM-finaluni.
Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Mjølnir | 15 | 30 | 39 |
2 | SÍ | 15 | 24 | 36 |
3 | ÍF | 14 | -2 | 19 |
4 | Fleyr | 15 | -7 | 17 |
5 | Ternan | 15 | -45 | 0 |
Hevur heimavøllurin týdning?
Eru sannlíkindini størri at vinna á heimavølli, so hevur heimavøllurin stóran týdning í fyrru FM-finaluni, tí hagtølini siga, at enn er tað ongantíð komið fyri, síðan farið varð at spæla finalur í 2010, at liðið, sum vann (*)fyrstu finaluna, ikki er vorðið føroyameistari.
*Frá 2010 til 2015 var spælt best av trimum dystum.
ÍF – Mjølnir 0-3 (16-25, 11-25, 16-25)
Sunnudagin fylgdi ÍF so dánt við fyrstu løtuna av dystinum, men við seks stigum á rað fór Mjølnir frá 14-11 upp á 20-11, og so varð talan um avsmurning. Fleingjan var ikki minni í øðrum setti, har Mjølnir fór frá 8-4 til 17-4 í einum høggi, áðrenn settið varð vunnið 25-11. Í triðja setti fylgdi ÍF við til 10-10, tá tað fór at dragna millum liðini, og Mjølnir vann aftur við trivaligum tølum.
SÍ – Fleyr 3-1 (25-20, 23-25, 25-19, 25-15)
Skuldi SÍ framvegis hava møguleika at taka fyrstaplássið frá Mjølni í síðsta dystinum í sjálvari landskappingini, so skuldi dysturin ímóti Fleyr vinnast við minst 3-1. Og tað eydnaðist akkurát.
Fleyr fylgdi við til 18-18 í fyrsta setti, men so vann SÍ avgerandi bóltarnar og settið 25-20. Fleyr legði seg á odda 6-0 og 9-1 í øðrum setti, men var kortini líka við at tveita sigurin burtur, men við triðja settbóltinum eydnaðist at toga settið heim. Fleyr beit eisini frá sær í triðja setti, men eftir 16-16 sleit SÍ seg leyst og vann síðani 25-19. Fjórða sett vann SÍ 25-15 uttan himpr.
Hjá Fleyr er bert teoretiskur møguleiki at vinna bronsumerkini. Skuldi Fleyr vunnið sær trý stig ímóti ÍF týsdagin, so fer Fleyr eitt stig framum ÍF, men við sigri á Ternuni, sum einki sett hevur vunnið og tíansheldur einki stig, tekur ÍF bronsuna aftur fríggjadagin.
Síðstu dystirnir í Føroya Tele-deildini (fyri FM-finalurnar):
16/04-2024: Fleyr – ÍF
19/04-2024: ÍF – Ternan
20/04-2024: Mjølnir – SÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald