Vinna

So er klárt til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa frá JFK

So eru maskinurnar til Fish and Chips royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi – vælsmakkandi Fish and Chips í heimsklassa!

Mynd: Enski kokkurin Gavin Lewis, til vinstru, og Jógvan Hansen, JFK, høgrumegin

Mynd: Enski kokkurin Gavin Lewis, til vinstru, og Jógvan Hansen, JFK, høgrumegin

2024-08-17 10:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin. JFK hevur havt fleiri fólk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa.

Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at í ár er kapasiteturin útbygdur, og fleiri maskinur eru keyptar, so vónandi kann hetta stytta munandi um bíðitíðina hjá fólki.

Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish and Chips kokkar úr Onglandi, sum standa fyri at steikja vælsmakkandi matin.

Nýggjur bygningur

JFK hevur í ár útbygt matarbúðina munandi, soleiðis at skilja, at bygdur er ein nýggjur bygningur,  sum er sergjørdur til endmálið. Hetta fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar.

Royndu ensku kokkarnir Gavin Lewis og Daniel Anthony Dance eru enn einaferð tilreiðar at borðreiða upp ímóti 8.000 portiónum til vitjandi leygardagin. Hetta var áleið talið av portiónum, sum fóru yvir diskin í 2023.

Um Gavin kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Newcomer Fish and Chips shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Graig Lewis, sum 8 ferðir fyrr hevur verið til Sjómannadagin. Honum bar tíanverri ikki til at koma til Klaksvíkar í ár.

Daniel, sum eisini var við seinasta ár, arbeiðir til dagligt saman við Gavin í London.

Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13,00 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum.

Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.

Sjúkrahús og røktar- og eldraheim v.m.

Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latnar ókeypis til sjúkrahúsið, røktarheim, eldraheim og onnur heim í Klaksvík. Saman við hesum portiónum letur Amarant eina dessert.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder