
Føroya Skipara -& Navigatørfelag lýsir eftir einum kontórfólkið / Bókhaldara/ skrivara. Talan er um eitt áhugavert og spennandi starv, har tann setti persónurin verður við í heitu samráðingunum sum liggja fyri framman.
Er tað okkum, tú leitar eftir?
Ert tú eitt dugnaligt skrivstovufólk, sum veit alt um bókingar, rokningar og innkrevjing? Hevur tú hug til nýggjar avbjóðingar? So fara vit helst at hóska væl saman, tí tað er júst hesum, Føroya Skipara- og navigatørfelag hevur tørv á.
Um starvið:
- Týðandi og áhugavert starv hjá Skipara- og navigatørfelagnum.
- Hartil uppgávur fyri Sp/f Brúgvin, ið Føroya Skipara- & navigatørfelag eigur, og Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, ið vit varða av.
- Høvuðsuppgávan er skrivstovuarbeiði,
- Aðrar uppgávur kunnu vera heimasíða, journalisering og spennandi uppgávur undir samráðingum.
- Starvið kann skipast í niðursettari tíð ella fullari tíð - eftir avtalu.
- Løn og starvsfólkaágóðar - eftir avtalu.
- Høg krøv, men eisini lagaligar treytir.
- Góðir møguleikar fyri viðkomandi førleikamenning.
- Tú vísir til formannin í Føroya Skipara- og navigatørfelag.
Um teg:
- Skrivstovuútbúgving.
- Góð samstarvsevni.
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt.
- Álítandi og skyldurøkin.
- Tolir at bylgjurnar ganga høgt av og á - serliga undir samráðingum.
Um okkum:
- Fakfelag við 950 limum.
- 11 nevndarlimir, og nevndarfundur er einaferð um mánaðin, har tú eisini tekur lut.
- Gott og livandi arbeiðsumhvørvi við 14 fólkum úr ymsum fyritøkum.
Ljóðar hetta áhugavert, send okkum so umsókn við viðkomandi prógvum, lívsrensli og nøkrum orðum um, hví tú ynskir starvið, til [email protected]
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Annfinn Garðalíð tlf 216973.
Starvið verður sett skjótast møguligt, og umsóknarfreistin er 15. juni 2022.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Vinarliga
Føroya Skipara &- Navigatørfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald