Á skránni á Aliráðstevnuni verða fyrilestrar um ymisk evni frá føroyskum og útlendskum framløguhaldarum. Á fjølbroyttu skránni eru millum annað:
- Karin Pittman, granskari á University of Bergen, at greiða frá um týdningin av uttaru immunverjuni hjá laksi og stóru fylgjunum sum kunnu standast av at síggja útyvir hesi viðurskifti.
- Tina Oldham frá Havforskingsinstituttet kemur at greiða sínum kanningum og úrslitum við Perlesnormaneter, sum hon júst hevur gjørt í samstarvi við Mowi ASA í Norra.
- Ole Kvaal Brandshaug, sum er fiskaheilsu-serfrøðingur frá UiT fer at hava eina framløgu um automatiskar mátingar av fiskavælferð, eitt nú um fyrimunir og vansar við automatiskari lúsateljing og mátingar av heilsu og vekt á fiskinum.
Sum vant, verður gongdin í alivinnuni seinasta árið, bæði her í Føroyum og globalt eisini greinað, eins og forsagnir um marknaðargongdina komandi árið eisini verða lagdar fram. Aftur í verður tað Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse og Rúni Dam frá Avrik, sum fara at leggja fram. Eisini verða framløgur frá teimum trimum alifeløgunum um tað nýggjasta, sum rørir seg í føroyskari alivinnu aftur á skránni í ár.
Hartil verða aftur í ár eisini ymiskar styttri og longri framløgur frá Firum, Heilsufrøgiligu Starvstovuni o.ø.
Um kvøldið verður sosialt tiltak við borðhaldi og undirhaldi.
Endaliga skráin fyri Aliráðstevnuna verður klár seinni í vikuni, og verður tá løgd á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald