Vinna

Skótalið Mikkjals á Ryggi stendur í blóma

Skótalið Mikkjals á Ryggi varð stovna 3. desember 1987.

2024-01-27 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skótalið Mikkjals á Ryggi varð stovna 3. desember 1987, tó hevur lítið virksemi verið seinastu 20 árini. Men fyri gott tveimum árum síðan varð skótalið Mikkjals á Ryggi endurstovnað og síðan tá, hevur rættulig ferð verið á virkseminum hjá skótunum. Teir byrjaðu við at halda til í gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági, og fyri nøkrum mánaðum síðan varð avtala gjørd millum Vága kommunu og skótaliðið, um at tey fingu kommunuskrivstovuna sum teirra fasta bústað, hetta fyri at veita teimum tryggar karmar at skipa sítt virksemi í.

Tilgongdin av børnum og ungum í skótaliðnum seinastu mánaðirnir hevur verið sera stór, og í dag ganga 10 ung til skótar og síðan nýggjar hevur verið arbeitt við at menna úlva bólkin og hava uml. 25-30 børn luttikið í hesum. Økta virksemið hevur eisini kravt nógv av nevndini og teimum sjálvbodnu skótaleiðarum, og vóru farna vikuskifti 5 sjálvboðin á leiðaraskeið, har tey fingu eina rúgvu av íblástri og amboðum til hvussu skótaarbeiðið kann mennast enn meira.

Tey eldru hava verið til tvær stórar legur, og tvey av teimum hava somuleiðis verið á leiðaraskeið. Tey sum eru í aldursbólkinum sum ganga í 4. og 5. flokki fara á stóra legu í februar. Í summar verður ungdóms jamboree í Gimraltar, og av teimum 16 føroyingunum sum sleppa við úr Føroyum eru tvey ung og ein leiðari úr Skótaliði Mikkjals á Ryggi.

Fyri kommununa er tað gleðiligt at lív aftur er komið í skótalið Mikkjals á Ryggi. Hetta er enn eitt tilboð til børn og ung, sum eisini passar væl til hugsjónina hjá kommununi um at skapa góðar felagsskapir fyri børn og ung. Eisini fylgir hugsjónin handa skótalív átakinum ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin, vera saman og vera hugbundin, sum Vága kommuna er partur av. Skótar seta eisini ein heilt serstakan dám á ymisk tiltøk so sum grækarismessuhald og flaggdagshaldi, umframt onnur tiltøk sum kommunan skipar fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder