2024-01-15 14:00
Á skeiðnum fáa limafyritøkur vegleiðing og amboð til at byrja sítt arbeiðið við GDPR, har greitt verður frá, hvat skal til fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður fylgd.
Tað verður Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, sum fer at greiða frá.
Skipað verður fyri skeiðum kring landið. Skeiðini eru frá klokkan 09:00 – 14:00:
- Týsdagin 6. februar í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Tórshavn
- Týsdagin 13. februar í Gulusmiðju, Heiðavegur 46, Saltangará
- Týsdagin 27. februar í Varpinum, Klaksvíksvegur 2, Klaksvík
Tiltakið er ókeypis fyri limum, men neyðugt er at boða frá luttøku.
Melda til luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 2. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald