Vinna

Sjóvinnustýrið kannar hendingina í Vestmanna

Løgreglan hevur verið friðalig um hendingina í Vestmanna leygardagin, og ber ikki til at fáa nakað nýtt at vita frá teimum enn.

HANS JOHANNES Á BRÚGV, stjóri á Sjóvinnustýrinum

HANS JOHANNES Á BRÚGV, stjóri á Sjóvinnustýrinum

2026-05-20 08:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava tí vent okkum til Hans Johannes á Brúgv, stjóra á Sjóvinnustýrinum.

Hans Johannes segði tá ið vit tosaðu við hann, at Sjóvinnustýrið kannar hendingina í Vestmanna, men fær ikki havt aðrar viðmerkingar meðan kanningararbeiði er í gongd.

Tað var klokkan 15:07 leygardagin, at MRCC støðin fekk eina fráboðan um, at ein skjóttgangandi bátur hevði siglt inn á síðuna á Brimil. Ein persónur var fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini umborð blivu flutt í land og síðani við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið við smærri snuddum, tað eru upplýsingar frá MRCC.

Annars hevur verið torført at fingið aðrar viðmerkingar í sambandi við hendingina.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder