2024-08-22 07:26
Tað koma nógv makrelskip á Fuglafjørð í dag og í morgin. Heili sjey skip skulu landa har. Makrelfiskiskapurin hevur verið vánaligur, og tí hava skipini lítlar nøgdir.
Katrin Jóhanna hevur 180 tons.
Gamli Jupiter hevur 100 tons.
Jupiter hevur 60 tons.
Eysturbúgvin hevur 80 tons.
Borgarin, Birita og Arctic Voyager hava eisini kós á Fuglafjørð. Hvat tey skipini hava vita vit ikki í morgun.
Vesturvarði og Vesturbúgvin sigla eisini inn. Tey hava partrola eftir makreli, og pumpa umborð á Vesturbúgvan, sum helst landar til Snarfrost í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald