Ítróttur

Seyðahundasamband Føroya

.

2025-11-11 22:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Mjørki ávirkaði kappingina í Húsavík. Outrun er, tá ið hundurin verður sendur einar 300 metrar at heinta seyðin og tá má sýnið eisini verða 300 metur. Mjørkin argaði nógv til tíðir og torført var at avgreiða kappingina. Avgjørt varð, at steðga kappingina leygardagin og taka hana upp aftur sunnudagin, fyri teir hundarnir sum ikki høvðu verið á bananum, og soleiðis bleiv ein væl skipa kapping avgreidd, hóast avbjóðingar. 

Úrslitið, í triðju FM kappingini sum var í Húsavík, bleiv hetta: 


PlássHundurHundaførari
1MidgeAnna Sofía Fjallheim
2MossTummas Jacobsen
3GripurJónstein Petersen

FM-kappingarárið 2025-2026 í seyðahundakappingum, er nú komi til triðju kappingina, og støðan er spennandi. Moss hjá Tummas Jacobsen hevur verið framúr sterkur og liggur klárt á odda, hóast hann ikki longur hevur fult stigatal. Midge hjá Onnu Sofíu Fjallheim og Gripur hjá Jónstein Petersen hava styrkt sínar støður og eru nú jøvn á øðrum plássi, men enn er einki avgjørt.

FM-støðan eftir 3 kappingar sær soleiðis út:


HundaførariHundurStig
Tummas JacobsenMoss20
Jónstein PetersenGripur12
Anna Sofía FjallheimMidge12
Tríggjir teir bestu hundarnir sleppa við til HM í Scotlandi.
Fýra teir bestu sleppa til EM í Belgia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder