Mentan

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

Ársins Ferðavinnustevna verður á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 10. november.

2023-11-07 13:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

  

Mikudagin á midnátt er seinasta freist at melda seg til Ferðavinnustevnuna 2023. Í ár verður dagurin skipaður við ráðstevnu seinnpart og síðani við veitslu um kvøldið. Á veitsluni verða  ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot kosin. Lagt verður upp til ein kveikjandi, áhugaverdan og stuttligan dag, har vit seta føroysku ferðavinnuna í miðdepilin og hátíðarhalda hendingaríka ferðavinnuárið 2023.


Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni. Endamálið er at savna ferðavinnuna til hátíðarhald, íblástur og óformliga samveru. Stevnan hevur verið hildin síðani 2015, tó ikki í 2020 vegna koronu.

Skráin fyri Ferðavinnustevnuna:

Veitslan byrjar kl. 18.00 beint eftir ráðstevnuna. Lagt verður út við brellbitum/lítlari máltíð? (Ábit er fyrsta máltíðin á degnum) í Katrinu Christiansen og kl. 19.30 verður farið í veitsluhølið Panorama.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder