
Aftur í ár verður byrjað og endað á Kongabrúnni. Renningin byrjar klokkan 16, beint aftan á flaggdagshaldið á Vaglinum.
Børn og vaksin, roynd og óroynd, fara at renna, eins og at virkir og skúlar fara at vera við. Rutan er tann sama sum seinastu árini: Vit byrja á Kongabrúnni og renna so fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir. Teinurin hjá vaksnum er slakar 7 kilometrar.
Í ár er møguligt at stuðla Sclerosufelagnum við einari upphædd í tilmeldingini.
Heilsurenningin, sum er samstundis, er vælegnað til tey, ið fegin vilja ganga og renna uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, gubbar, mammu- og pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin, sum hava hug at røra seg, klára tað. Og eisini tey við barnavogni eru vælkomin. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin. Tit velja sjálv, um tit ganga ella renna eitt umfar ella allan teinin. Heilsurennarar eru ikki við í liðkappingini.
Tey fyrstu 50, sum melda seg til heilsurenningina, fáa eina blusu frá Sclerosufelagnum.
Øll, ið luttaka í heilsurenningini, eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Atlantic Airways á 3.000 krónur og eitt uppihald fyri tvey í dupultkamari á Hotel Hilton við morgunmati.
Heilsurenning er fyri tey, sum eru fødd í 2008 ella áðrenn.
Luttøkugjaldið er 40 krónur fyri børn og 100 krónur fyri vaksin. Gjaldast kann on-line ella kontant við tilmelding á Snarskivuni.
Tilmeldingarfreistin er leygardagin 23. apríl klokkan 23 á renn.fo.
Gevið gætur! Heilsurennarar kunnu melda til á staðnum, tá ið startnummur skulu heintast. Startnummur verða útflýggjað flaggdagin frá klokkan 14.00 til 15.30 í Snarskivuni á Vaglinum. Vit í Sclerosufelagnum - saman við Bragdinum - gleða okkum til hugnaliga og spennnandi flaggdagsrenning 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald