Ítróttur

Sandflogbóltsvøllurin á Valloyruni verður alment tikin í nýtslu seinnapartin

Í dag verður nýggi sandflogbóltsvøllurin á Valloyruni í Sandavági alment tikin í nýtslu. Við hesum hevur Vága kommuna fingið enn eitt nýtt og væl útgjørt ítróttarøki, sum bæði skal verða ein góður karmur um virksemi í nærumhvørvinum og vera við til at fyrireika kommununa til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.

2026-05-28 11:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sandflogbóltsvøllurin er gjørdur í samstarvi við Flogbóltssamband Føroya og lýkur altjóða krøv til strandaflogbólt. Endamálið hevur verið bæði at skapa góðar karmar til venjing og kapping og samstundis styrkja um eitt virkið og fjølbroytt ítróttarlív í kommununi.

Í sambandi við upplatingina skipar Flogbóltsfelagið Dráttur fyri kappingum á vøllinum seinnapartin. Byrjað verður klokkan 16.00, tá Bjarni Prior, borgarstjóri, klippir snórin. Síðani verða kappingar fyri børn, kapping fyri óroynd í øllum aldri og ein kapping fyri royndar leikarar. Eisini verður grill og kaffi á staðnum, og øll eru vælkomin oman á Valloyrina at vera við.

Longu hetta vikuskiftið fer Flogbóltssamband Føroya eisini at hava venjingar á nýggja vøllinum fyri U18 og U20 landsliðunum í sandflogbólti. Tað undirstrikar týdningin av nýggja vøllinum og gevur samstundis ungum leikarum góðar umstøður at venja og menna seg á heimligari grund.

Nýggi vøllurin er eisini eitt stig í arbeiðinum at menna og styrkja flogbóltin í Vágum. Áhugin fyri strandaflogbólti hevur verið vaksandi, og við nýggja vøllinum verða karmarnir enn betri hjá bæði børnum, ungum og vaksnum at venja og kappast á heimavølli.

Við hesum fær Vága kommuna eisini ein týðandi leiklut sum vertur fyri fleiri ítróttargreinum undir Oyggjaleikunum í 2027. Umframt sandflogbóltin í Sandavági verður eisini bogaskjóting í Miðvági partur av skránni.

Veðrið hevur eisini spælt við á upplatingardegnum. Sólin skínur yvir Sandavág, tað er stilt, og umstøðurnar eru av teimum bestu til ein góðan dag á Valloyruni.

Vága kommuna gleðir seg at síggja nýggja sandflogbóltsvøllin verða nógv brúktan komandi árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder