Ítróttur

RSP, SWANGAH og DJ Petur Háberg fara at hita føroysku áskoðararnar upp

Man kann væntað at tað verður gott lív í tá ið fleiri 1000 føroyingar fara at gera innrás í Oslo.

2026-01-08 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nakrir av stuðulunum hjá landsliðnum hava gjørt eina heimasíðu við kunning til teir nógvu føroyingarnar, sum fara til Oslo í komandi viku. Vitja heimasíðuna her.

Á síðuni sæst, at RSP, Swangah og DJ Petur Háberg fara at fáa lív í føroysku áskoðararnar. Tað verður skipað fyri upphiting áðrenn allar tríggjar dystirnar, og eisini verður skipað fyri afterparty. Tó sleppa "bara" 1500 fólk inn.

Góð ráð og reglur

​Ferðaseðlar og ferðing í býnum

Hav pass ella gildigt samleikaprógv við tær.

Í Oslo er almennur flutningur lættur at brúka (bussar, sporvognar og T-bani). Keyp billett áðrenn tú fert umborð og hav billettina tøka, um eftirlit kemur.

Alkohol (Reglugerðir )

Aldursmarkið er 18 ár fyri øl og vín, og 20 ár fyri brennivín.

Tað er ikki loyvt at drekka alkohol á almennum øki. Hetta kann geva bót.

Veitslur og fjepparí skal vera inni á kráum, matstøðum, tiltøkum ella á privatum øki – ikki úti í býnum.

Norska løgreglan er strang viðvíkjandi óskynsamligum drukki, larmi og ófriði, serliga í miðbýnum eftir stór tiltøk.

Sí annars myndir vit tóku til upphiting í Berlin.

Myndir: Góður stemningur í Kreuzberg

Myndir: Føroysk innrás í Berlin

Myndir: Fjepparatiltak í Haubentaucher




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder