Gransking.fo: Í Føroyum varð í 2022 granskað fyri 376 milliónir kr. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttatjóðarúrtøkuni (BTÚ).
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fegnast um, at vit nú hava fingið tøl fyri, hvussu nógv føroyska samfelagið brúkar til gransking og menning.
- Vit vita nú, at støðan er betri enn fyri 20 árum síðani, men enn er langt á mál til at røkka teimum 3 prosentunum av BTÚ, ið eisini Ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan mælir til. Hagtølini vísa, at bæði tað almenna og privata, eiga at gera størri íløgur í gransking og menning, sigur hon.
Les meira á:
https://www.gransking.fo/fo/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald