Hagstovan:
Býlisútreiðslurnar størst prísvøkstur seinasta árið
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er størstur prísvøkstur í bólkinum 'býli'. Tað eru rentuhækkingarnar, sum geva størst íkast til prísvøksturin hesaferð. Fjarhitin er dýrkaður, og elprísurin er eisini hækkaður. Umframt tað eru tubbakksvørur dýrkaðar næstan fimm prosent síðani november í 2023. Hinvegin er prísurin á ymsum húsarhaldsvørum og búnýti lækkaður, umframt at klædnavørur og bilar eru eitt vet bíligari enn fyri ári síðani.
Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar
feb 2023 – feb 2024
februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | vísital | % | |
Brúkaraprístalið | 139,3 | 143,0 | 3,6 | 2,6 |
Matur og drykkjuvørur | 154,6 | 160,9 | 6,3 | 4,0 |
Rúsdrekka og tubbak | 158,1 | 162,7 | 4,6 | 2,9 |
Klædnavørur og fótbúnaður | 107,6 | 107,4 | -0,3 | -0,3 |
Býli | 144,1 | 155,4 | 11,3 | 7,9 |
Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð | 106,0 | 104,8 | -1,1 | -1,1 |
Heilsa | 125,7 | 127,3 | 1,6 | 1,3 |
Flutningur | 156,5 | 152,2 | -4,3 | -2,7 |
Samskifti | 90,9 | 93,3 | 2,4 | 2,6 |
Frítíð og mentan | 119,5 | 125,0 | 5,6 | 4,7 |
Útbúgving | 123,2 | 129,5 | 6,3 | 5,1 |
Hotel og matveitarar | 163,3 | 161,7 | -1,6 | -1,0 |
Ymiskar vørur og tænastur | 153,1 | 156,7 | 3,7 | 2,4 |
Kelda:Hagstova Føroya
Matur og drykkjuvørur dýrka framvegis
Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.
Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir fýra prosent í februar 2024 samanborið við sama mánað ári fyri.
Tá hugt verður nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru fiskur, kjøt og grønmeti, ið er vorðin dýrari. Prísvøksturin á fiski og kjøti er góð fimm prosent. Prísurin á sjokulátu og góðgæti hækkaður enn meira — vøksturin er góð seks prosent.
Vísital og prísbroyting á mati og drykkjuvørum
feb 2023 – feb 2024
februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | vísital | % | |
01 Matur og drykkjuvørur | 154,6 | 160,9 | 6,3 | 4,0 |
01.1 Matur | 155,5 | 161,4 | 5,9 | 3,8 |
01.1.1 breyð og kornvørur | 170,5 | 177,3 | 6,8 | 4,0 |
01.1.2 kjøt | 159,3 | 167,7 | 8,4 | 5,3 |
01.1.3 fiskur | 145,5 | 153,5 | 8,0 | 5,5 |
01.1.4 mjólk, ostur og egg | 158,5 | 159,5 | 1,0 | 0,6 |
01.1.5 oljur og fitievni | 216,8 | 217,2 | 0,4 | 0,2 |
01.1.6 frukt | 132,6 | 138,8 | 6,2 | 4,7 |
01.1.7 grønmeti | 146,0 | 154,5 | 8,6 | 5,9 |
01.1.8 sukur, sjokoláta, góðgæti o.l. | 142,8 | 151,8 | 8,9 | 6,3 |
01.1.9 aðrar matvørur | 134,7 | 136,3 | 1,6 | 1,2 |
01.2 Drykkjuvørur | 147,4 | 156,5 | 9,1 | 6,2 |
01.2.1 kaffi, te og kakao | 134,9 | 138,7 | 3,8 | 2,8 |
01.2.2 sodavatn, saft og vatn | 150,6 | 162,4 | 11,8 | 7,8 |
Kelda:Hagstova Føroya
Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Tó er prísvøksturin á mjólk, osti, egg, olju og smøri minni enn eitt prosent.
Rentuhækkingar stóra ávirkan á prístalið
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan átta prosent frá februar 2023 til februar 2024. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar sløk 45 prosent frá februar 2023 til februar 2024.
Prísurin á fjarhita er hækkaður, og tað er elprísurin eisini. Men miðalprísurin á brenniolju, ið fer til upphiting av býli, er á áleið sama stigi í februar í ár, sum í fjør.
Vísital og prísbroyting fyri býli
feb 2023 – feb 2024
februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | vísital | % | |
04 Býli | 144,1 | 155,4 | 11,3 | 7,9 |
04.1 Húsaleiga | 341,0 | 334,1 | -6,9 | -2,0 |
04.2 Sethús, rentuútreiðslur | 56,8 | 82,4 | 25,5 | 44,9 |
04.3 Viðlíkahald av bústaði | 161,9 | 156,9 | -5,1 | -3,1 |
04.5 Ravmagn og hiti | 204,7 | 206,4 | 1,7 | 0,8 |
04.5.1 ravmagn | 155,5 | 159,5 | 4,0 | 2,6 |
04.5.3 brenniolja | 252,6 | 250,7 | -1,9 | -0,7 |
04.5.5 fjarhiti | 143,9 | 156,1 | 12,2 | 8,5 |
Kelda:Hagstova Føroya
Lakari prísvøksturin enn í øðrum londum
Verður hugt nærri at prísgongdini seinasta árið í londunum kring Føroyar sæst, at árligi prísvøksturin í februar í 2024 var ikki eins høgur sum í hinum norðurlondunum. Tó undantikið í Danmark, har árligi prísvøksturin var munandi lakari, nevniliga 0,8 prosent.
Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er 6,8 prosent. Í Svøríki og Noregi er hann 4,5 prosent. Prísvøksturin í Føroyum er á sama stigi, sum miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,6 prosent.
Kelda: Hagstova FøroyaprosentBrúkaraprístalið, februar 2024prosentvøkstur í mun til sama mánað árið fyriDanmarkFøroyarES-londFinnlandNoregSvøríkiÍsland02468
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Úr lítlum til stóran prísvøkstur
Eftir fleiri ár við lítlum og støðugum prísvøkstri í Føroyum, byrjaðu prísirnir at hækka í 2021 í kjalarvørrinum á koronufarsóttini. Enn eyðsýntari var prísvøksturin í 2022 eftir russisku innrásina í Ukraina. Seinastu trý árini, frá ferbuar í 2021 til februar í 2024, hevur prísvøksturin verið 16 prosent. Sostatt er tað nú 16 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa somu vørur og tænastur, enn tað var í februar 2021.
Í umleið fýra ár undan koronufarsóttini var árligi prísvøksturin millum eitt og tvey prosent í Føroyum eins og flestu londunum í Evropa, meðan mest sum eingin prísvøkstur var meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald