Vinna

POSTBÁTURIN ÓLAVUR KOMIN TIL NÓLSOYAR

.

2024-04-15 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Fiskimannafelagið skrivar:


MYNDARØÐ

Í morgun klokkan 07.00 tók Pressarin hjá MEST postbátin Ólav uppá sleip. Sum vit fyrra hava nevnt, so skuldi hann sleipast til Nólsoyar. 

Tá vit fyrr í ár spurgdu nær Ólavur skuldi sleipast til Nólsoyar, segði ein av fyrireikarunum, at ætlanin var at sleipa bátin "tá ið tíð, veður og streymur ganga upp í eina hægri eind" og tað gjørdi tað so í dag. 

Klokkan 11.00 kom Pressarin við Ólavi uppá sleip til Nólsoyar.

Tað er "Grunnurin fyri Ólavur VN138"  sum eigur Ólavur, sum eisini hevur til endamáls at seta søguliga træskipið "M/S Ólavur" í uppruna stand. Tað skal gerast í Nólsoy.

MYNDARØÐ Birgir Waag Høgnesen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder