
Firum arbeiðir við fleiri spennandi og áhugaverdum verkætlanum, sum allar hava til endamáls at savna vitan og gransking, ið kann verða grundarlag undir eini burðardyggari menning av alivinnuni í Føroyum. Í arbeiðinum hjá Firum verður serligur dentur lagdur á at menna vitan um burðardygga nýtsla av firðum, lús og smittu og so fiskavælferð.
Verkætlanirnar eru í samsvari við visjónina hjá Firum: Vitan til varandi aling.
Á aðalfundinum varð nýggjur nevndarlimur valdur fyri Niels Winther, sum ikki tók við afturvali. Fyri hann er Árni Ellefsen valdur í nevndina í Firum. Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu og Turið Mørkøre tóku við afturvali. Starvsfólkaumboðini, sum sita í nevndini í eitt 4 ára skeið, vóru bæði afturvald undan aðalfundinum. Starvsfólkaumboðini eru Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu sum forkvinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald