2022-02-01 13:11
Vit skrivaðu fríggjadagin at tey flestu skipini vóru komin undir land at kroka, soleiðis er aftur nú, partrolararnir, sum royndu eystanfyri, hava í nátt og í morgun kroka suður úr Svínoynni.
Aldan vestanfyri er 8,5 m, norðanfyri 6,7 m, eystanfyri 3,8 m og sunnanfyri 7,,4 m.
Tað er stormur uppí 40 m/s í hvirlunum.
Sagt verður frá minni vindi seinnapartin og í morgin verður bara eitt lot av norði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald