Vinna

Partabrøvini eru orsøkin til góða avkastið í 2021

Stimbrandi penga- og fíggjarpolitikkur seinastu árini, umframt at í fleiri londum varð latið upp eftirkorona, hevði við sær, at partabrøvini hækkaðu nógv í 2021.

2022-01-29 09:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gongdin í virðisbrævamarknaðinum í 2021 varð merkt av høga avkastinum á partabrøvum. Hóast nøkur lond høvdu búskaparligar avbjóðingar vegna korona, so hevur strimbrandi penga- ogfíggjarpolitikkurin havt við sær, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir partabrøvum

Tað merkti tíðindaflutningin seinni helvt av 2021, at kjakast varð um, um inflasjónin var fyribils ellavarandi. Ein fyribils inflasjón kundi hava við sær, at prísvøksturin varð avmarkaður á ávísum økjum.Ein varandi inflasjón kundi hava við sær, at allar vørur hækkaðu og eisini fór at síggjast aftur íkrøvum frá løntakarum, tí keypiorkan viknar, sum eisini hevur ávirkan á úrslitini hjá fyritøkunum.Seinastu tíðina hevur verið borið fram, at inflasjónin er varandi, millum annað tí amerikanskitjóðbankin hevur sagt, at marknaðurin skal rokna við hækkandi rentum, ið er eitt mótspæl tilhækkandi inflasjónina

Tá hugt verður eftir teimum ymsu íløgubólkunum, so táttaði íløguavkastið í partabrøvum í 25% fyri2021. Hinvegin so hevur lága rentustøðið við sær, at avkastið fyri lánsbrøv var áleið -0,25% fyri2021. LÍV bjóðar eina lívlagaða marknaðarskipan, har íløgusamansetingin tekur atlit til aldurin hjákundanum. Ein kundi, sum hevur 15 ár til eftirlønaraldur, fekk í 2021 eitt avkast á áleið 9,7%

Seinasta árið hevur LÍV arbeitt við einum útboði av íløgunum, so finnast kunnu teir bestu røktararfyri ymsu íløgubólkarnar. Avtalur verða gjørdar í fyrru helvt av 2022. Tá fáa kundar hjá LÍV, ið havamarknaðarrentu, møguleika at velja váðaprofil

LÍV væntar, at omanfyri nevndu átøk fara at gagna viðskiftafólkum okkara, og at tað fer at økja um framtíðar avkastið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder