
Orsøkin til flytingina er logistiskar avbjóðingar í Vágum og Kambsdali sigur samskiparin í Degi og viku. M.a. ferðing hjá íðkarum. Hetta hóast Oyggjaleikanevndin als ikki hevur kannað logistikkin ella umrøtt hann við Flogbóltssamband Føroya ella kommunurnar, áðrenn tey fluttu flogbóltin.
Tað skulu ikki nógvir bussar til at flyta nøkur flogbóltslið úr eitt nú Klaksvík til Kambsdalar, og møguleikar eru eisini fyri gisting í báðum kommunum. Tað er heldur ikki stórvegis munur á logistisku avbjóðingunum í sambandi við sandflogbólt og innandura flogbóltin.
Flogbólturin tykist vera vorðin ein lokalpolitisk kastibløka, og tað er ongantíð ítróttinum at frama. Í Flogbóltssambandi Føroya undrast vit á, hvør veruliga orsøkin er í hesum máli. Tað er so í øllum førum ikki atlit til ítróttina. Tí umhugsar Flogbóltssamband Føroya, um tað yvirhøvur er rætt at luttaka á Oyggjaleikunum í 2027.
Forsetin í ÍSF, ið varðar av Oyggjaleikunum, vissaði fyrr í ár um, at ÍSF fór ikki at taka Flogbóltssamband Føroya av ræði í hesum málinum og tí tykist avgerðin sera ørkymlandi. Hvør ella hvat er tað, ið hevur fingið ÍSF at broyta meining?
Flogbóltssamband Føroya fór undir fyrireikingarnar tíðliga í 2024 og hevur í góðari tíð gjørt allar avtalur, í støðugum samskifti við samskiparan fyri Oyggjaleikirnar.
Upprunaliga vístu fýra kommunur áhuga: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Vága kommuna. Allar hesar kommunur hava góðar umstøður til innandura flogbólt.
Í juni í fjør fingu hesar fýra kommunur tí fyrispurning, um tær vóru áhugaðar í at gera neyðugu íløgurnar í at hýsa sandflogbóltinum á Oyggjaleikunum. Tá var vónin hjá Flogbóltssambandi Føroya, at innandura flogbólturin skuldi vera við Tjarnir.
Meðan Vága kommuna og Fuglafjarðar kommuna vóru skjótar at svara, kom einki svar úr Klaksvík og Tórshavn. Í samráðingunum við kommunurnar varð ynski sett fram um, at um tær skuldu gera íløgur í sandflogbóltin, áttu kommunurnar eisini sleppa at hýsa innandura flogbóltinum, um hann ikki fekk verið við Tjarnir. Flogbóltssambandið gekk hesum ynski á møti.
Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, og bæði vøllurin á Giljanesi og høllin í Fuglafirði eru dømi um hetta, eins og ætlaðu útbyggingarnar eru.
Tá tað so á heysti í fjør gjørdist endaliga greitt, at tað ikki fór at bera til at hava flogbóltin við Tjarnir, varð avtala gjørd um Giljanes og Kambsdal, og samskiparin varð kunnaður um hetta.
Uttan at ráðføra seg við Flogbóltssamband Føroya - og hóast Oyggjaleikanevndin visti - at avtala var gjørd um Kambsdal og Giljanes, sendi nevndin í november í fjør tíðindaskriv út um, at innandura flogbólturin skuldi spælast í Klaksvík.
Eftir trýsti frá Flogbóltssambandi Føroya broytti Oyggjaleikanevndin avgerðina og staðfesti í februar á heimasíðuni hjá leikunum, at flogbólturin skuldi vera á Giljanesi og Kambsdali.
Men nú, eitt hálvt ár seinni, koma kravboð um, at flogbólturin aftur skal flytast til Klaksvíkar. Umframt, at hetta hvørki er virðiligt ella serliga reiðiligt, so setur hetta ætlaðu íløgurnar í sandflogbóltin í Vágum og Fuglafirði í stóran vanda.
Flogbóltssamband Føroya kennir seg drigið inn í eitt lokalpolitiskt spæl, ið vit ongan áhuga hava í. Vit heita inniliga á Oyggjaleikanevndina um at stilla kumpassina og arbeiða fyri ítróttini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald