Góða Ingilín D. Strøm
Hetta árið, felagskommunala reglugerðin um óljóð frá skipum hevur verið í gildi, hevur Heimafriður óteljandi dømi um, at reglugerðin ikki virkar eftir endamálsorðingini. Reglugerðin hevur einans verið brúkt til at heimila kommununum at útseta borgarar sínar fyri skaðiligum larmi frá skipum við bryggju. Ásetingarnar í reglugerðini hava tíverri ikki vart borgaran, men tvørturímóti longt um status quo.
Um málið um óljóð frá skipum skal loysast til frama fyri heimafriðin og heilsuna hjá fólki nær havnaløgunum í Føroyum, má umhvørvismyndugleikin í Føroyum átaka sær uppgávuna at loysa málið og tryggja rættartrygdina hjá borgarum við kunngerð.
Umframt við kunngerð at tryggja borgaran eigur at verða miðað ímóti, at Umhvørvismálaráðið fer at umhvørvisgóðkenna havnirnar í Føroyum.
Felagið Heimafriður er av tí áskoðan, at havnir skulu bólkast sum kap.5 virksemi, og tí skulu hava umhvørvisgóðkenning. Kommunur kunnu ikki hava eftirlit við egnum útbúnaði, virkjum ella fyritøkum, sbr. §31 í kunngerð nr. 53 um umhvørvisreglur, hvørki tá tað ræður um óljóð ella um aðra dálking, tí royndirnar siga okkum, at hjá kommununum koma inntøkurnar framum heilsu og trivnað hjá fólki.
Heimafriður heitir í opnum skrivi til landsstýriskvinnuna, Ingilín D. Strøm, um at taka sær av hesum máli, so tað verður loyst til frama fyri heilsuna hjá fólki og til verju fyri umhvørvið.
Niðanfyri er hoyringssvarið frá Heimafriði, sum varð sent Umhvørvis- og vinnumálaráðnum tann 13. september í fjør.
Við vón um virðiliga viðgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald