Politikkur

Øll skulu hava eitt heim

Tað mugu byggjast fleiri búeindir.

2026-03-14 14:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein grundleggjandi fortreyt fyri at trívast er at hava eitt heim. Í Føroyum eru umleið 2,5 íbúgvar fyri hvørja búeind. Í Danmark eru 1,97 íbúgvar fyri hvørja búeind. Samansetingin av búeindum í Føroyum er umleið soleiðis:

  • 82 % sethús
  • 9 % Tvíhús ella raðhús og
  • 9 % íbúðir

Seinastu árini er familjumynstrið í Føroyum broytt soleiðis at í 2010 vóru umleið 45 % av øllum húskjunum 1-2 vaksin uttan børn, til at tað í 2025 vóru 53 % av øllum húskjum sum vóru 1-2 vaksin uttan børn.

Trivnaður er ein fortreyt fyri einum sunnum og vælvirkandi samfelag. Fólk, sum ikki hava trygg bústaðarviðurskifti, kunnu sjálvandi ikki trívast í sama mun, sum tey, sum hava trygg bústaðarviðurskifti.

Broytingarnar í familjumystrunum gera at eftirspurningurin eftir smærri bústøðum er hækkaður. Húskini eru alsamt fleiri, men útboðið av bústøðum hevur als ikki fylgt við.

Fólkaflokkurin ætlar at:

  • Skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði
  • Bústaðarbygging skal hava afturbering fyri MVG, heldur enn rentustuðul
  • Til fysta bústað skal partur av eftirlønaruppsparing kunna brúkast til eginfígging (Tey flestu sum hava arbeitt í 10 ár hava spart umleið 400.000 í eftirlønaruppsparing)
  • Tey, sum keypa bústað fyri fyrstu ferð, skulu sleppa undan tinglýsingargjaldi
  • Avskrivingarreglur fyri leiguíbúðir mugu tillagast
  • Bygningskunngerðin skal endurskoðast til føroysk viðurskifti
  • Viðgerð av matrikkulering og byggisamtyktum skal avgreiðast skjótari

Vel ein sterkan fólkaflokk

XA - Fía Selma Nielsen

Valevni hjá Fólkaflokkinum

(Tølini eru fingin frá Betri Banka)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder