Ítróttur

Nýggir dómarainstruktørar

Farna vikuskifti vóru tíggju núverandi og fyrrverandi dómarar og hjálpardómarar á skeið. Endamálið er at útbúgva fleiri dómarainstruktørar, og væntandi hava allir staðið endaligu royndina í mai mánaða

2024-01-10 15:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Vit arbeiða alla tíðina fram ímóti at fáa fleiri dómarar, og sum heild gongur tað væl. Men samstundis mugu vit eisini fáa fleiri dómarainstruktørar, og har royna vit eisini alla tíðina at seta við, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í døgunum 5. til 7. januar skipaði FSF fyri skeiði, ið var fyri núverandi og fyrrverandi dómarar og hjálpardómarar. Danin Tore Østergaard var undirvísari, og um alt gongur eftir ætlan, hava allir tíggju luttakarar staðið endaligu royndina í mai mánaða.

Evnini, ið serliga verða viðgjørd á skeiðum fyri dómarainstruktørar, er millum annað skipan av undirvísingartilfari, undirvísing á ein logiskan hátt, nýtsla av magnetvølli í undirvísing, nýtsla av videoklippum, at gera undirvísingina skilliga fyri næmingunum, og at kunna føra luttakarar til roynd.

– Dómarayrkið blívur alsamt ein størri og størri uppgáva, og tískil er neyðugt við væl útbúnum dómarum og dómarainstruktørum. Í løtuni leggja vit síðstu hond á fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár, og vit gera alt fyri at verða væl fyrireikaðir, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Myndir: FSF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder