Vinna

Norðhavssildin flutt 800 km longur norð at gýta

Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá ið mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, sum er umleið 800 kilometrar norðan fyri Møre, at gýta.

2025-05-08 09:30 Author image
Havstovan
placeholder

Orsøkirnar til hetta eru lýstar í nýggjari grein í viðurkenda tíðarritinum Nature. Greinin byggir á ástøðið um at torvufiskur verður leiddur av fiskum við nógvum royndum, sonevndum oddafiskum, og fiskur, sum setir til, lærir frá oddafiskunum. Høvuðsniðurstøðan er, at tá ið tann stóri 2016-árgangurin gjørdist kynsbúgvin sum 5-6 ára gamal, vóru fáir gamlir oddafiskar eftir í stovninum til at vísa ungsildini, hvar vanliga gýtingarøkið er. Unga ættarliðið endaði tí við at ráða sær sjálvum og byrjaði at gýta longur norðuri. Harafturat er torvuatferðin so sterk, at eldru fiskarnir síðani 2021 eisini eru fluttir norð til Lofoten at gýta.

Fiskiskapurin er serliga eftir eldru sildini, og har afturat hevur seinnu árini verið fiskað væl meira enn tilmælt. Tí taka vit lutfalsliga nógvar av oddafiskunum, og harvið missir torvan vitan. Við fleiri gomlum sildum í stovninum hevði gýtingin við Møre helst hildið fram.

Tað, at norðhavssildin nú gýtir út fyri Lofoten, kann fáa avleiðingar fyri sildastovnin. Gýting suðri við Møre er ein fyrimunur, tí tá vaksa larvurnar upp í heitari umhvørvi og eru størri, tá ið tær reka norð í Barentshavið, har ungsildin veksur upp. Eisini kann norðara gýtingin fáa avleiðingar fyri vistskipanina við Møre, tí nú eru ongar sildalarvur, sum vanliga hava verið týðandi føði hjá t.d. sjófugli.

Tá ein nýggjur, stórur árgangur vónandi skjótt setir við aftur, kann ferðingarmynstrið aftur broytast. Tað er vanligt, at tá ið stovnurin veksur, so veksur útbreiðslan eisini. Tað kann væl henda, at sildin tá fer at søkja suður aftur móti vanligu gýtingarøkjunum.

Tað er Aril Slotte, granskari á norsku havstovuni, ið hevur skrivað greinina í Nature saman við fleiri øðrum granskarum, m.ø. Eydnu í Homrum á Havstovuni. Á heimasíðuni hjá norsku havstovuni er ein longri grein um úrslitini og eisini er eitt Nature-podcast gjørd um granskingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder