Teir fingu skotið 99 harur, mjørki kom á teir, og fingu teir tí ikki skotið sum teir plagdu, men dagurin hilnaðist væl.
Tað merkisverda við túrinum í gjár var, at Ingi Ole-Jacobsen fekk skotið eina svarta haru.
Ingi sigur, upplýsir okkum, “at um svørtu haruna kann sigast at onkur sum var í haganum á várið 2023 helt seg síggja eina svarta haru. Harumenn sóðu hana so eisini tann veturin, og í fjør var hon eisini at síggja men ikki til at fáa skot á. Í ár lukkaðist tað so.
Svarta haran hevur verið sera støðuføst tí hon hevur hildið til í sama øki kanska innanfyri eini 300m
Eg havi fryst haruna, so Eyðfinn Magnussen kann takað prøvar av henni og so fari eg at vita um eg fái onkran at stappa hana út. “
Vit hava vent okkum til Eyðfinn Magnuseen, sum hevur gjørt skrásetingar av haruveiðu í Føroyum í síðani 2012. Hann sigur, at hann hevur ikki hoyrt um svarta haru í Føroyum fyrr enn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald