2022-02-04 11:27
Norðborg er á veg heim fullfermd av lodnu.
Vit tosaðu fyri løtu síðan við skiparan Jóhan Isaksen, hann segði, at teir framleiða enn og koma á Fuglafjørð í nátt at bunkra, so fara teir í Ánirnnar at landa, teir byrja at landa á middegi í morgin.
Teir koma at hava 1.360 tons av heilfrystari lodnu, 220 tons av mjøli og 150 tons av lýsi.
Teir verða klárir at fara nýggjan túr sunnudagin, men veðurforsøgnin er ikki so góð, so ivasamt er nær teir fara nýggjan túr.
Teir skulu hava lodnunótina við hendan túrin, men byrja helst túrin við troli, nótatíðin plagar at byrja um 13. februar.
Manningin hendan túrin er 26 manns.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald