2022-01-30 10:57
Norðborg kom á fiskileið fríggjanáttina, tá høvdu teir verið á Eskifjøri eftir eftirlitsmanninum, sum skal vera við, tá ið teir fiska lodnu.
Hitt føroyska skipið er Høgaberg, teir fóru avstað í gjár og verða á fiskileið í morgin.
Íslendingar siga frá hampuliga góðum fiskiskapi.
Lodnuskipini royna útfyri Norður-Eysturlandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald