2022-01-23 11:01
Norðborg er á veg heim við fullari last - góðum 900 tonsum av sildaflaki, 415 tons av heilfrystari sild, 240 tons av mjøli og 150m3 av lýsi.
Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð at bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, tað er stormur á leiðini har teir eru staddir í løtuni, teir meta at teir verða á Fuglafirði einaferð mánadagin ella mánakvøldið.
Teir skulu landa tað frysta og mjøli í Ánunum.
Í morgun er bara Høgaberg á leiðini, har Norðborg hevur roynt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald