2024-08-17 09:48
Nólsoyarsvimjingin 2024
Leygardagin 17. august, á Ovastevnu, verður árliga svimjingin um Nólsoyarfjørð.
Fyri motiónistar, kappsvimjarar og svimjihugaði annars
Svimjingin byrjar tá ein góður tími er eftir av vestfallinum, klokkan 14.30.
Klokkan 12 hjá radioamatørunum Yviri við Strond møta bátaførarar og svimjarar. Har vit fáa kunning um trygd og verða skrásett.
Klokkan 14.30 verður svimjingin skotin í gongd í víkini við Grønadamm.
Málið er Ærisportrið í Nólsoy, so svimjararnir mugu renna seinasta teinin úr fjøruni, har teir lenda.
Fólk frá Nólsoyar Bjargingarfelag taka ímóti svimjarunum tá teir koma upp á land, og styðja teir til teir eru tryggir á beinunum aftaná svimjitúrin.
Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, so trygdin er í lagi.
Svimjarin skal útvega sær:
1. Froskmanna ella triatlonbúna.
2. Bát við VHF og minst tveimum fólkum umborð at fylgja sær. Báturin skal vera somikið stórur, at hann lættliga kann taka svimjaran inn.
3. Svimjiboyu
Tilmelding fer fram við at flyta 500 kr á konto nr. 9181 4116587 og viðmerkja navn og føðiár.
Tú/ tit kunnu luttaka sum einstaklingur, sum par ella sum stafett fyri tríggjar svimjarar.
Erlendur Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald