Havstovan: Útbreiðslan av makreli í Norðurhøvum er minkað munandi seinastu fimm árini. Makrelurin hevur tikið seg longur og longur eystur, og í ár er vestara markið út fyri eysturlandið í Íslandi. Somuleiðis er ein minking farin fram norðarlaga í kanningarøkinum, soleiðis at makrelurin nú stendur mest sum mitt í Norskahavinum (Mynd 2). Ein minking er eisini at síggja í føroyskum øki.
Í Norðsjónum minkaði vísitalið av makreli 18 % í mun til í fjør.
Vísitalið fyri norðhavssild lækkaði 24 % í mun til í fjør. Tað er serliga 2016 árgangurin, 8 ára gomul sild, sum sæst í kanningunum, og sum umboðar 56 % av allari sildaveiðuni. Hesin árgangurin er góður, meðan árgangirnir rundan um eru vánaligir. Útbreiðslan av norðhavssild sæst á Mynd 3.
Vísitalið fyri svartkjaft er á sama støði sum í fjør. Nógv av trý og fýra ára gomlum svartkjafti er at síggja víða um. Lítið er til av stórum svartkjafti, men nógv av yngli frá í vár (2024 árgangurin) var at síggja í útsynningspartinum av føroyskum øki. Útbreiðslan av svartkjafti sæst á Mynd 4.
Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðutølum frá í fjør, eru júst latin arbeiðsbólkinum WGWIDE, sum í hesum døgum ger stovnsmetingar av uppsjóvarfiski í ICES. Úrslitini av stovnsmetingunum verða tøk 30. september. Les alla frágreiðingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald