Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flytur í ár úr Brussel til Barcelona, og 9 føroyskir fiskaútflytarar verða aftur hesuferð til staðar á føroyska landabásinum. Í sambandi við flytingina úr Brussel til Barcelona hevur borið til at økt um fermetratalið, og føroyski landabásurin verður tískil í ár tann størsti, sum nakrantíð hevur verið á messuni. Harumframt verður talan um heilt nýtt snið.
Føroyar hava luttikið á Seafood Expo Global messuni síðani hon byrjaði fyri nógvum árum síðani í Brussel. Í byrjanini var talan um eina heilt lítla messu, men hon er síðani økt so nógv í vavi, at pláss er ikki fyri messuni í messuøkinum í Brussel longur. Fyriskipararnir hava tískil valt at flyta messuna til Gran Via messuøkið í Barcelona, har munandi meira pláss er.
Messan varð avlýst í 2020 og 2021 orsakað av Covid-19 støðuni, men fyrireikararnir hava boðað frá, at 2022-messan verður hildin sum ætlað, og at messan ongantíð hevur verið størri enn hon verður í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald