Løtu seinni komu boð frá monnunum, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibátin. Tyrlan, Brimil og bjargingarbáturin Arun vóru biðin um at fara til hjálpar. Somuleiðis var útróðrarbáturin Anru, sum var staddur á leiðini, biðin at hjálpa.
Kl 1322 var tyrlan á staðnum og tók báðar menninar av bátinum og fleyg teir til Landssjúkrahúsið har tyrlan lendi kl 1338.
Anru og Arun blivu báðir liggjandi hjá bátinum, sum seinni koppaði og liggur við kjølinum upp.
Ikki bar til at fáa pumpu umborð, av tí at líkindini vóru sera vánalig. Kl 1530 var avgjørt at rýma frá tí koppaða bátinum. Orsakað av líkindunum og at tað fór at myrkja skjótt, var ikki ráðiligt at gera nakað við hálvda bátin.
Brimil var ávegis til eina sleipiuppgávu vestanfyri, tá ið boðini komu um lekandi bátin. Brimil setti kós móti neyðstadda, men vendi so seinni aftur móti sleipi uppgávuni.
MRCC Tórshavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald