Ítróttur

Myndir: Tepurt tap fyri Italia

Vinardysturin móti Italia var vinarkendur. Liðini tímdu betri álop enn verju og skiftu nógv út. Føroyar vóru betri fyrstu 40 minuttirnar, men mistu takið seinastu løtuna og taptu 36-34, eftir at Føroyar vóru á odda 19-17 í hálvleikinum.

2026-01-09 22:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Føroyar vóru betri í fyrra hálvleiki. Italia vardu langt frammi og var hetta guff fyri kviku føturnar hjá Óla og Paula Mittún og Róa á Skipagøtu, sum kom inn og gjørdi 5 mál í fyrra hálvleiki. Føroyar spældu við 6 í álopinum fyrstu løtuna og komu til góðar málmøguleikar so at siga hvørja ferð. Í føroyska málinum hevði Pauli Jacobsen eisini 8 góðar bjargingar í fyrra hálvleiki, og var hann eisini ein av orsøkunum til at Føroyar vóru omaná 19-17 við steðgin.

Føroyar hildu áfram í seinna hálvleiki og vóru frammanfyri 26-20 tá 38 minuttir vóru leiktir. Italiumenn fóru tá aftur at verja 6-0 og høvdu okkara ikki líka lætt spæl. Dominico Ebner í italska málinum fór eisini at taka og vunnu italiumenn seg nærri so líðandi og fóru fram um seinastu løtuna, tá okkara brendu ov illa. Italia vann tepurt 36-34. Føroyar spældu tó heilt væl í løtum og vóru flest allir leikar á vøllinum. Liðini hittast aftur sunnudagin kl. 17.00. KVF vísir dystin í sjónvarpinum.

Dystargongdin Føroyar – Italia:
5 min. 3-2
10 min. 6-5
15 min. 9-7
20 min. 12-9
25 min. 16-12
30 min. 19-17
35 min. 22-19
40 min. 26-21
45 min. 28-24
50 min. 29-27
55 min. 30-31
60 min. 34-36

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 8 (4)
Óli Mittún 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Vilhelm Poulsen 5
Ísak Vedelsbøl 3
Teis Horn Rasmussen 3
Tróndur Mikkelsen 2
Rói Berg Hansen 1
Pætur Mikkjalsson 1

Tekstur: HSF

Myndir: JN / Jóanis Albert Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder