Ítróttur

Myndir: Skifta graslíkið á UEFA sparkivøllunum í Vágum

Á øllum fimm UEFA sparkivøllunum í Vágum verður nú nýtt graslíkið lagt á.

2022-05-23 07:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava skrivað um at Valloyran í Sandavági fær nýtt graslíkið í hesum døgum, men tað er ikki bara Valloyran í Sandavági, sum skiftir graslíkið í Vágum í hesum døgum.

Á øllum fimm UEFA sparkivøllunum í Vágum verður nú nýtt graslíkið lagt á. 

Á seinasta býráðsfundi í 2021, samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, umframt graslíkið á teimum trimum UEFA sparkivøllunum í Vatnsoyrum, norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági.

Á seinasta bygdaráðsfundi samtykti bygdaráðið í Sørvágs kommunu at fara undir at skifta graslíkið á teimum báðum UEFA sparkivøllunum í Sørvági og úti í Bø. Asfaltsvøllurin í Alvalon fær eisini graslíki, eins og ein lítil vøllur verður gjørdur í Frítíðarskúlanum. Stórur dentur er lagdur á, at tað skal vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.

Stórur dentur varð lagdur á, at tað skuldi vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.

Her eru nakrar myndir úr Sandavági, Miðvági og Bø, sum eru tiknar fyrr í mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder