Mentan

Myndir: Jákup Pauli bleiv kattakongur á Sjóberinum

Jákup Pauli í Eyðansstovu bleiv kattakongur á Sjóberinum.

2025-03-04 09:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu árini hava nakrir mans úr Sandavági sligið tunnu saman, og í ár var tað á Sjóberinum.

Tvey tey fyrstu árini varð sligið á Gálgasteini á markinum millum Sandavág og Miðvág. Geir á Lofti var kattakongur tey bæði árini.

Í 2019 var tunnusláingin í Løgmansgarðinum, og tá gjørdist Virgar Thomassen kattakongur.

Andras á Lofti gjørdist kattakongur á Reynabrúgv í 2020.

í 2021 bleiv Jóanis Nielsen kattakongur við Jarðarkonuráir

Geir á Lofti gjørdist aftur kattakongur í 2022 og 2023. Fyrst í Loftapakkhúsinum og so við Kráarheygg.

Hanus í Horni Nielsen bleiv kattakongur úti á Heygnum í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder