Vinna

Myndir: Gevast eftir hálva øld

Nógv er broytt hesa hálvu øldina.

2023-04-29 14:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár skipaðu Neinbjørn og Sigrun Nattestad fyri móttøku, nú tey gevast við verkstaðnum eftir hálva øld.

Neinbjørn Nattestad skrivar á Facebook:

Hjartaliga takk
Vit vilja við hesum takka øllum sum møttu upp at hátíðarhalda dagin og gjørdu hann okkum ógloymandi.
Hjartaliga takk fyri røður, gávur og heilsanir.
Eisini takk til tykkum, sum hava ringt og skrivað.
Í gjøgnum hesi árini hava vit havt nógv starvsfólk og veitarar av ymsum slagi. Hjartaliga takk til tykkum øll.
Eisini eina stóra tøkk til okkara nógvu kundar. Tað hevur verið ein gleði.
Ein serlig heilsan til dagligu kaffigestirnar, sum vit koma at sakna.
Hjartaliga tøkk fyri tíðina
Vinarliga
Sigrun og Neinbjørn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder