
Tað vóru um 200 fólk samlaði í Marghøllini í Sørvágs skúla í kvøld til tiltakið "Framtíðar flogið í Vágum".
Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðaði vælkomin.
Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, legði fram um ferðslu, útlit, framtíðarætlanir og útbyggingar.
Birgir Nielsen, stjóri í Farcargo, legði fram um, hvussu tað er at vera fyrsta farmaflogfelagið í Føroyum, og hvussu hevur gingist.
Jórunn Gudmundsen, spældu nøkur løg.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiddi frá virkseminum og framtíðarætlanunum í felagnum.
Hans Erik Jakobsen, Head of Training í Atlantic Airways Aviation Academy, legði fram um AW139 og A320 verkætlanina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald